Búskaparráðið: Keypiorkan er vunnin inn aftur

Búskaparráðið: Keypiorkan er vunnin inn aftur
Fólk hava fleiri pengar at brúka, sigur formaðurin í Búskaparráðnum
Johnny Grótinum legði fram várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.03.2026 - 13:05

Keypiorkan, sum føroyingar mistu fyri nøkrum árum síðani, orsakað av stórum prísvøkstri, er vunnin inn aftur.

Tað heldur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, sum í gjár legði várfrágreiðingina fram.

Fyri nøkrum árum síðani, m.a. meðan koronafarsóttin gjørdi um seg, var stórur prísvøkstur, sum hevði við sær, at keypiorkan hjá fólki minkaði. 

Men gongdin er vend, og nú hava fólk fleiri pengar at brúka.

Kríggið í Miðeystri kann tó fara at ávirka keypiorkuna aftur, tí oljuprísirnir hækka.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03032026_Johnny

 

Prísirnir eru hækkaðir nakað í Føroyum seinastu dagarnar. Áðrenn stríðið við Iran, seldu bæði Magn og Effo 1000 litrar av gassolju fyri 8.550 krónur. Men í gjár og í dag hava tey bæði hækkað prísin upp í 8.800 kr.

Og í dag hevur Thomsen hækkað prísin á 1000 litrum av gassolju úr 7.840 krónum upp í 8.060 kr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990