Kanning: Trump ov skjótur at brúka hermegi

Kanning: Trump ov skjótur at brúka hermegi
Bert 27 prosent stuðla álopunum, sum m.a. hava dripið ovasta leiðaran í Iran, Ali Khamenei
56 prosent av teimum spurdu halda, at Donald Trump er ov skjótur at brúka hermegi.
Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.03.2026 - 10:39

Nýggj kanning vísir, at nógvir amerikanarar halda, at Donald Trump, forseti, er ov skjótur at brúka hermegi.

56 prosent av amerikanarum, sum eru spurdir í nýggjari kanning, sum Ipsos hevur gjørt fyri tíðindastovuna Reuters, siga seg halda, at Trump er ov skjótur at nýta hermegi.

Fýra av tíggju siga seg vera ímóti álopunum, sum USA og Ísrael hava sett í verk móti Iran. 

Bert 27 prosent stuðla álopunum, sum m.a. hava dripið ovasta leiðaran í Iran, Ali Khamenei. 

 

Triðingurin hevur ikki tikið støðu

Beint niðanfyri ein triðingur av teimum spurdu høvdu ikki tikið støðu.

23 prosent av spurdum republikanarunum siga seg vera ímóti álopunum, meðan heili 87 prosent av demokratunum siga tað sama.

Kanningin var gjørd leygardagin og í gjár, eftir at álopini byrjaðu. 

1.282 vaksnir amerikanarar vórðu spurdir. Óvissan er trý prosentstig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990