15 ákærur um harðskap og hóttanir móti 47 ára gomlum manni

15 ákærur um harðskap og hóttanir móti 47 ára gomlum manni
11 fólk eru nevnd í ákæruritinum. Ákærdi maðurin noktar seg sekan
Føroya rættur viðger málið í hesi vikuni.
 
17.02.2026 - 08:30

15 ákærur eru móti einum 47 ára gomlum manni, sum er í Føroya rætti nú í vikuni.

11 fólk eru nevnd í ákæruritinum.

Tað, sum maðurin er ákærdur fyri, skal vera hent í fjør, tað mesta eina nátt.

Talan er um ákærur um harðskap, bæði likamligan og sálarligan, hóttanir og roynd at pressa pengar av fólki.

 

Hóttanir móti unnustuni

Sambært ákæruritinum eru millum annað hóttanir móti unnustu hansara.

Tær vóru so ógvisligar, at tær fingu hana at stúra fyri lívi og heilsu. Tað sama gjørdu onnur, sum hann hótti.

Kravt er endurgjald í einum føri, og fyrivarni er tikið um krav um endurgjald í hinum førunum.

Nýggjasta ákæran er frá januar í ár. Tá skal maðurin hava roynt at hótta vitni.

 

Lepi við hóttanum

Maðurin, sum hevur verið í varðhaldi síðani 12. november í fjør, skal hava givið einum fanga, sum slapp út, ein lepa við hóttanum.

Men hann gav ikki teimum, sum skuldu hótta vitnini, lepan. Hann gav politinum lepan.

Ákærdi maðurin noktar seg sekan í øllum ákærum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959