Fíggjarnevndin arbeiðir framvegis við uppskotinum um Suðuroyartunnilin

Fíggjarnevndin arbeiðir framvegis við uppskotinum um Suðuroyartunnilin
Forkvinnan í fíggjarnevndini hevur ikki biðið um at fáa freistina longda
Uppskotið um Suðuroyartunnilin er framvegis í síni tilgongd í Fíggjarnevndini, sigur forkvinnan í nevndini, Eyðgunn Samuelsen.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savnsmynd)  
 
16.02.2026 - 17:40

Uppskotið um at fyrireika og projektera Suðuroyartunnilin er framvegis í síni tilgongd í Fíggjarnevndini, váttar forkvinnan í nevndini, Eyðgunn Samuelsen.

Fíggjarnevndin hevur eina freist at leggja álit í málinum fram mikudagin. Álitið er ikki liðugt, men nevndin arbeiðir við tí. 

Forkvinnan í nevndini hevur ikki biðið um at fáa freistina longda.

Eftir dagsskránni er næsti fundur í fíggjarnevndini hósdagin tann 19. februar.

Men tingfundir eru í morgin og mikudagin, og tað ber til hjá nevndarlimum at skriva undir eitt álit, tá tingfundir eru.  

Vanligt er, at limirnir í andstøðuflokkunum fáa álitið hjá samgongulimunum ein ella tveir dagar undan, at eitt álit verður lagt fram. 

Men seinrapartin í dag høvdu andstøðuflokkarnir framvegis ikki fingið álitið hjá samgongulimunum í málinum um Suðuroyartunnilin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959