Borgarafundur um Suðuroyartunnilin í kvøld

Borgarafundur um Suðuroyartunnilin í kvøld
Kommunurnar í Suðuroynni skipa fyri
Borgarafundurin verður í Salti.
 
16.02.2026 - 08:02

Borgarafundurin um Suðuroyartunnilin í Salti verður í kvøld.

Kommunurnar í Suðuroynni skipa fyri.

Millum annað løgmaður verður við á fundinum í kvøld. Har vera eisini forfólk í øllum flokkum.

Og ung, sum lesa, familjur, sum hava valt Suðuroynna, útisiglarar, ítróttafólk og borgarstjórar, seta Suðuroyartunnilin í fokus. 

Borgarafundurin skuldi vera 7. desember. Men hann var útsettur, tí uppskotið um Suðuroyartunnilin var ikki komið í løgtingið tá. 

Støðugt fleiri ivast í, um málið um Suðuroyartunnilin er nóg væl lýst, søgdu borgarstjórarnir tá.

Partafelagið Suðuroyartunnilin og suðuroyingar eru ikki slopnir til orðana, søgdu borgarstjórarnir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959