Andstøðuleiðarin í Ungarn lovar at geva fólkinum frælsi aftur

Andstøðuleiðarin í Ungarn lovar at geva fólkinum frælsi aftur
Liberali høgraflokkurin hjá Magyar, Tisza, hevur í fleiri vikur fingið størstu undirtøkuna í veljarakanningunum
Peter Magyar, andstøðuleiðari í Ungarn, stendur seg væl í veljarakanningum.
Mynd: Bernadett Szabo/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.02.2026 - 08:10

Andstøðuleiðarin í Ungarn, Peter Magyar, lovar at gera enda á korruptiónini í landinum, endurreisa búskapin og annars geva ungarska fólkinum sítt frælsi aftur.

Lyftini gav Magyar á veljarafundi í Budapest í gjár, dagin eftir at Viktor Orban í síni árligu røðu til tjóðina skírdi flokkin hjá Magyar at vera stýrdan av Týsklandi og ES. 

Liberali høgraflokkurin hjá Magyar, Tisza, hevur í fleiri vikur fingið størstu undirtøkuna í veljarakanningunum, og flestu eygleiðarar meta nú flokkin at fara at vinna tjóðartingsvalið 12.apríl.

Verður tað úrslitið, so kann Magyar gera enda á 16 ára drúgvu stjórnartíðini hjá Viktor Orban. 

Við Orban á odda hevur Ungarn ofta staðið í andsøgn við politikkin hjá ES, ikki minst tá talan er um Russland og kríggið í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363