283 húski komu aftrat í fjør

283 húski komu aftrat í fjør
1. januar vóru 19.886 húski í Føroyum, og í fjórða hvørjum húski býr bara ein vaksin
1. januar vóru 19.886 húski í Føroyum. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
16.02.2026 - 11:30

283 húski komu aftrat í Føroyum í fjør.

1. januar vóru 19.886 húski í Føroyum.

Í góðum fjórða hvørjum húski býr bara ein vaksin. 

Hetta er størsti húskisbólkurin. 

Lutfalsliga er hesin húskisbólkurin vaksin mest seinastu tíggju árini.

Næststørsti húskisbólkur, sum er næstan líka stórur sum tey støku, er húskisbólkurin tvey vaksin uttan børn. 

 

 

 

Tveir triðingar hava eingi børn

Í knappliga tveimum triðingum av húskjunum í Føroyum eru eingi børn. 

Av teimum 2.825 húskjunum, sum eru komin aftrat seinastu tíggju árini, er okkurt um helvtin støk húski. 

Fyri tíggju árum síðani vóru húskini 2.825 færri, og fólkatalið var 5.884 fólk minni.

Húski er fólk, sum hava sama skrásettan bústað í landsfólkaskránni. 

Vaksin eru fólk, sum eru 18 ár ella eldri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959