Uttanríkisráðharrin hjá ES: Russland vinnur ikki á hermótinum

Uttanríkisráðharrin hjá ES: Russland vinnur ikki á hermótinum
- Í løtuni vinnur Putin bara við samráðingarborðið, ikki á hermótinum, segði uttanríkisráðharrin hjá ES, Kaja Kallas, í morgun
Í morgun hevur uttanríkisráðharrin hjá ES, Kaja Kallas, hildið røðu á trygdarráðstevnuni í Múnchen
Mynd: Liesa Johannssen/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.02.2026 - 10:09

Trygdarráðstevnan í Múnchen, sum byrjaði fríggjadagin, endar ídag.

Í morgun hevur uttanríkisráðharrin hjá ES, Kaja Kallas, hildið røðu.

Í røðu síni segði hon millum annað, at Russland er ikki eitt stórveldi.

- Eftir meira enn eitt áratíggju, har Russland hevur verið í stríði, harav fýra ár í beinleiðis kríggi við Ukraina, hevur landið ikki megnað at víðka síni landamørk síðani 2014, segði Kaja Kallas millum annað í røðuni.

ES-uttanríkisráðharrin legði afturat, at Russland nú er farið á húsagang, landið hevur ikki møguleika at selja orku til evropeiska marknaðin, og fólkið í landinum flýggjar. 

- Í løtuni vinnur Putin bara við samráðingarborðið, ikki á hermótinum, segði Kaja Kallas í morgun.

Hon nevndi tríggjar raðfestingar, sum ES nú fer undir:

ES skal hava eina nýggja trygdarstrategi, har verjan av Evropa byrjar í Ukraina. Støðufesti skal fáast í grannalondunum hjá ES, bæði fyri sunnan og eystan. Og altjóða samstørv - eitt nú handilsavtalur og samstørv um trygd og verju - skulu styrja ES.

Kaja Kallas heldur tó ikki, at ES skal seta á stovn sína egnu, sjálvstøðu hermegi. Hon vísir á, at longu nú hava øll lond í Evropa sín egna her, og 23 av ES-londunum eru longu limir í Nato. 

Hon mælir í staðin til styrkt samstarv millum londini í Evropa, soleiðis at tey í felag kunnu fáa ein sterkari leiklut í Nato.

Nú klokkan hálvgum ellivu heldur fyrrverandi Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, røðu á trygdarráðstevnuni í Múnchen. Hann skal tosa um at verja evropeisk virði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744