VIDEO: Elias og teir bastu suverena oddaliðnum

VIDEO: Elias og teir bastu suverena oddaliðnum
Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt trý mál og legði upp til fýra, tá THW Kiel basti suverena oddaliðnum Magdeburg, sum ikki hevði tapt hetta kappingarárið
 
15.02.2026 - 20:43

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel fingu ein kærkomnan sigur í oddastríðnum í Bundesliguni, tá teir vunnu á suverena oddaliðnum Magdeburg, sum ikki hevði tapt í landskappingini fyrr enn í dag.

Føroyski spælskiparin skeyt trý mál og legði upp til fýra í 31-29 heimasigrinum, sum ger, at stríðið um plássini í toppinum harðnar. 

Magdeburg var frammanfyri stóran part av fyrra hálvleiki og eina løtu eftir steðgin, áðrenn heimaliðið yvirhálaði við góðum verju- og málmansspæli frá Gonzalo Perez de Vargas.

 

 

Eisini kom glið á álopsspælið, har føroyski spælskiparin ofta var í miðdeplinum. Umframt málini og uppleggini vann hann eisini Kiel trý brotskøst.

Í Max-Schmeling-Halle í týska høvuðsstaðnum hevði Füchse Berlin trupulleikar ímóti Stuttgart fyri steðgin, men fór undan í seinna hálvleiki og vann 37-32. Hákun West av Teigum spældi væl og skeyt fýra mál upp á fýra skotroyndir eftir steðgin.

 

 

Leygardagin vann liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf, 30-25 á Wetzlar.

Magdeburg er framvegis fremst við 38 stigum, men niðanfyri liggja fleiri framvið eftir næstovasta plássinum, sum gevur Champions League-hondbólt næsta ár. Füchse Berlin er í løtuni á 2. plássið við 34 stigum, Flensburg hevur 33 frammanfyri Lemgo og Kiel, sum hava 32 stig í part.

Hannover-Burgdorf hava spælt seg upp á 9. pláss við 22 stigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959