Eitt stórt apparat fer í gongd

Eitt stórt apparat fer í gongd
At vera partur av melodi grand prix er ein stór uppliving, har tú bert er ein lítil partur av einari stórari maskinu
 
13.02.2026 - 11:17

Tað eru ikki heilt fáir føroyingar, sum hava tikið lut í danskum melodi grand prix eftir hondini, men hvussu er tað at vera við í hesum stóra sjónvarpstiltaki, sum øll hava eina meining um? Tað spurdu vit Hans Edvard Andreasen og Barbaru Carlsen um. Tey tóku lut í ávíkavist 2008 og 2018, og kunnu seta seg inn í støðuna, sum Sissal er í, nú hon skal á pallin í morgin.

Barbara var í einari serligari støðu, tí hon var júst blivin mamma nakrar mánaðar áðrenn, og ætlaði sær als ikki at syngja fyri, tá hon og systrarnar sungu Standing up for love, men tað vildi seg so, at hennara rødd var tann, ið hóskaði best, so hon arbeiddi hart fyri at fáa kropp og rødd til at klára krevjandi sangin, samstundis sum nógv tíð fór til samrøður við miðlar og innihald til sosialar miðlar.

Hans Edvard var skeptiskur, tá Chief One í 2018 skeyt upp, at the Dreams skuldu taka lut í sangkappingini, fyri á henda hátt at skapa umrøðu fyri útgávuni, sum teir tóku upp samstundis, sum teir vóru í stóru melodi grand prix maskinuni.

Hóast rokaligt, so eru tey bæði samd um, at upplivingin var fantastiskt, og ikki ein man sigur nei takk til.

1794778

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313