Søkir eftir fólki til panthøllina

Søkir eftir fólki til panthøllina
Arbeiðið at byggja panthøllina í Sandavági er komið so langt, at IRF nú søkir eftir starvsfólki til høllina 
Panthøllin verður í Sandavági.
 
08.02.2026 - 13:39

Arbeiðið at byggja panthøllina í Sandavági er komið so langt, at IRF nú søkir eftir starvsfólki til høllina. 

Talan er um fulltíðarstarv í dagtímunum.

Umsóknarfreistin er 22. februar.

IRF skal taka heinta øll pantíløt frá handlum í Føroyum og skilja og viðgera tey í høllini í Sandavági. 

Í byrjanini verður pant á teimum íløtum, sum vit kenna í dag, men sum frá líður kemur helst pant á onnur einnýtis- og endurnýtsluíløt úr plasti, glasi og aluminiumi. 

Fýra ella fimm fólk fara at arbeiða í panthøllini. 

IRF hevur sett Mortan Olsen í leiðarastarvið í panthøllina.

Høllin byrjar í fyrra hálvári í ár, sigur IRF.

Umhvørvismálaráðið heitti á IRF um at umsita pantskipanina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310