Sirið Stenberg skal gera nýtt uppskot um armslongd til yrkisleiklist

Sirið Stenberg skal gera nýtt uppskot um armslongd til yrkisleiklist
Mentanarnevndin hjá løgtinginum helt ikki, at uppskotið, sum lá í tinginum, var nóg gott, og tí tók landsstýriskvinnan tað aftur
Karlot Hergeirsson er formaður í løgtingsins mentanarnevnd.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.02.2026 - 14:03

Lógaruppskotið, sum skuldi tryggja armslongd, tá ið peningur skal játtast til yrkisleiklist, er tikið aftur, tí tað er ikki nóg væl úr hondum greitt.

Tað sigur Karlot Hergeirsson, formaður í løgtingsins mentanarnevnd.

Eftir fyrstu viðgerð fór uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentunarnevndina.

Karlot Hergeirsson sigur, at mentanarnevndin og landsstýrriskvinnan vóru samd um, at uppskotið skuldi takast aftur, og at Sirið Stenberg skal leggja nýtt uppskot fram.

Á fíggjarlógini í ár hava  fríyrkisleikhúsini Tvazz, Grugg og Skift fingið 400.000 krónur í part.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959