Lønarkarmurin er útgangsstøði fyri samráðingum

Lønarkarmurin er útgangsstøði fyri samráðingum
Møguleiki er fyri, at onkur starvsbólkur kann fáa størri lønarvøkstur enn onnur innan fyri karmin
Tá skrivað var undir lønarkarmin í Tinganesi seinnapartin í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.02.2026 - 13:06

- Avtalaði lønarkarmurin merkir ikki, at fólk fáa 3,87 prosent í lønarvøkstri. Tað er eitt útgangsstøði til tær samráðingar, sum nú standa fyri framman.

Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, nú 12 fakfeløg hava gjørt fimm ára avtalu við Fíggjarmálaráðið um lønarkarm.

 

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tá tey høvdu skrivað undir lønarkarmin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tey 12 feløgini fara nú at samráðast hvør sær við lønadeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. 

Við avtalaða lønarkarminum er møguleiki fyri, at onkur starvsbólkur kann fáa størri lønarvøkstur enn onnur. Og avtalan hevur eisini reglur um sonevnda stilling, ið kann brúkast til at geva serligan fyrimun til onkran starvsbólk.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

06022026_Lonarkarmur

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313