Ríkisfelagsskapstroyggjan

Ríkisfelagsskapstroyggjan
Herborg Torkilsdóttir hevur bundið eina troyggju í samhuga við grønlendingar, nú heimsins eygu eru vend móti teimum
 
28.01.2026 - 11:02

Tá heimurin gerst ótryggur, hava vit ofta tørv á at gera okkurt, sum kann fáa okkum at merkja, at vit gera mun, og sigast má, at nú Grønland er í brennideplinum, er ófriðurin nærri, enn hann plagar at vera.

Tað fekk Herborg Torkilsdóttir til stokkarnar, og hon hevur bundið sær eina blusu, sum ímyndar ríkisfelagsskapin fyri soleiðis at vísa á, at hon stuðlar grønlendingum í teirri truplu tíð, tey nú uppliva.

- Eg hugsaði um, hvussu óbehagiligt tað man vera at vera grønlendari beint nú. Tey ganga og liva sítt lív, og so kemur hesin stóri vandamikli maðurin úr USA og ætlar at hertaka landið, sigur Herborg.

Hugskotið við at samhugabinda er ikki nýtt, tí onnur hava eisini bundið troyggjur, men enn hevur Herborg ikki sæð nakra við føroyska flagginum, tí tær hava bara danska og grønlendska flaggið.

- Tey spyrja, um eg eri ímóti loysing, men tað er als ikki hetta, tað snýr seg um. Beint nú eru vit partur av ríkisfelagsskapinum, og tí eru øll fløggini bundin saman á hendan hátt.

Viðmerkingarnar hava verið nógvar, onkur neilig, men tær allar flestu stuðlandi, og Herborg hevur fingið fleiri fyrispurningar frá fólki, um bæði uppskift og at keypa blusuna, men hon er ikki til sølu.

Herborg sigur, at henda blusa er gjørd til sín, og at tað hevði verið ógjørligt at gjørt nakra uppskrift, tí hon hevur funnið uppá ímeðan hon bant, men hon heitir á fólk um endiliga at royna sjálvi.

1791231

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990