Fyrsta tilmælið er 18 ára gamalt

Fyrsta tilmælið er 18 ára gamalt
Og nú koma lógarásetingar um berarakanning fyri fólk millum 18 og 45 ár og makar hjá berarum
Ein "føroysk" sjúka er CTD.
 
28.01.2026 - 07:04

Nú koma lógarásetingar um berarakanning fyri fólk millum 18 og 45 ár og makar hjá berarum.

Føroyar hava serliga støðu, tá talan er um deyðiligar arvaligar sjúkur. 

Føroyingar eru lutfalsliga tætt skyldir.

Tí eru fleiri deyðiligar arvaligar sjúkur í Føroyum enn í øðrum londum.

Landsstýrisfólkið í heilsumálum fekk í 2007, 2016, 2023 og 2025 tilmæli um at koma við tilboði um berarakanning.

Og uppskot um slíkt tilboð er nú komið í løgtingið.

Tað kom frá Almanna- og Heilsumálaráðnum í gjár.


750 fólk fara at taka av

Kostnaðarmetingin sigur, at uppskotið fer at kosta góðar 1,3 milliónir um árið.

Tá er roknað við, at 750 fólk taka av tilboðnum um árið fyrstu tvey árini.

Í fíggjarlógini fyri 2026 eru 600.000 kr.

Lógarásetingar um berarakanning skulu koma 1. juli í ár.

Tær fara at gera, at fólk frá 18 til 45 ár, og makar hjá staðfestum berarum fáa lógartryggjaðan rætt til at fáa kannað, um tey bera ávísar ílegusjúkur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959