Heilsustýrið vil hava allýsing um orkudrykk

Heilsustýrið vil hava allýsing um orkudrykk
Heilsustýrið mælir til, at føroyskur ávaringartekstur er á orkudrykkinum, og at Heilsufrøðiliga starvsstovan verður eftirlitsmyndugleiki
Heilsustýrið hevur skrivað hoyringarsvar til uppskot um kunngerð um orkudrykk.
 
23.01.2026 - 07:54

Heilsustýrið vil hava eina neyvari allýsing um, hvat ein orkudrykkur er, og at ein orkudrykkur ikki er leskidrykkur, men stimbrandi drykkur.

Og tað hevur eisini uppskot um, hvussu hetta skal orðast í kunngerðini um aldursmark, sum er á veg.

Heilsustýrið sigur, at ein orkudrykkur er ein alkoholfríur stimbrandi drykkur, sum eisini umfatar pulvur ella tablettir, sum vera upployst í vætu.

Tey skulu hava evnafrøðiliga tilgjørt koffein ella natúrligt koffein í einari mongd, sum er yvir 15 milligramm í 100 millilitrum av drekkiklárari vætu. 

Hetta umfatar ikki drykkir, sum eru grundaðir á kaffi, te ella kakao, og sum hava eitt heiti sum matvøra við orðunum kaffi, te ella kakao.

 

 

Mæla til ávaringartekst

Heilsustýrið mælir eisint til, at føroyskur ávaringartekstur er á hvørjari orkudrykkjareind.

Har skal, sambært Heilsustýrinum, standa: inniheldur nógv koffein og skal ikki nýtast av børnum og ungum undir 18 ár, barnakonum og kvinnum, ið geva bróst.

Og kunngerðin skal siga, at Heilsufrøðiliga starvsstovan er eftirlitismyndugleiki.

Og hon skal áseta, hvørjar heimildir Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur, og hvussu stór sektin skal vera fyri at bróta kunngerðina, sigur Heilsustýrið í sínum hoyringarsvari.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
Upp á tá - 060226
203863
Leygardag 7. februar
Morgunlestur leygardagur 7.februar 2026
203556
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Fríggjadag 6. februar
LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR)
203842
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786