Stundin komin at tosa um fólkaatkvøðu um íslendskan limaskap í ES

Stundin komin at tosa um fólkaatkvøðu um íslendskan limaskap í ES
Íslendski uttanríkisráðharrin hevur boðað frá uppskoti um fólkaatkvøðu í hesum valskeiðnum
Kristrún Frostadóttir er forsætisráðharri í Íslandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.01.2026 - 09:57

Nú er stundin komin at tosa um fólkaatkvøðu um íslendskan limaskap í ES. 

Tað sigur Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri, við Morgunblaðið.

Ísland søkti um limaskap, tá Jóhanna Sigurðardóttir var forsætisráðharri.

Tað var hon frá 2009 til 2013.

Herfyri boðaði Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, uttanríkisráðharri, frá uppskoti til samtyktar um fólkaatkvøðu í hesum valskeiðinum.

Kristrún Frostadóttir sigur, at hetta gjørdi uttanríkisráðharrin sjálvandi ikki av sínum eintingum.

Tað er umrøtt í ríkisstjórnini, sigur hon.

Og stjórnin er við at gerast samd um, at nú skal fólkaatkvøðan vera. 

Men nær uppskotið um fólkaatkvøðu kemur í altingið, ber ikki til at siga enn, sigur forsætisráðharrin við Morgunblaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343