Stjórnmálafrøðingur: Trump megnar sum eingin annar at seta dagsskránna

Stjórnmálafrøðingur: Trump megnar sum eingin annar at seta dagsskránna
Erik Løksagarð Absalonsen væntar ikki, at tað fer at ganga so væl hjá republikanarunum á miðvalinum í november, og tað kann broyta støðuna
Donald Trump hevur nú verið amerikanskur forseti í eitt ár av seinna valskeiðnum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.01.2026 - 13:20

Í dag er eitt ár síðani, at 79 ára gamli Donald Trump fór undir seinna valskeið sítt sum forseti í USA, og gjørdist heimsins týdningarmesti politikari. 

- Amerikanski forsetin hevur sum eingin annar megnað at sett dagsskránna - ikki bara í USA, men um allan heim, sigur Erik Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðingur, sum hevur lisið í USA og fylgir væl við í amerikonskum politikki. 

 

Erik Løksagarð Absalonsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Donald Trump megnar eisini at seta ljóskastaran á onnur viðurskifti, um tað er okkurt mál, sum er keðiligt fyri hann.

Erik Løksagarð Absalonsen væntar ikki, at tað fer at ganga so væl hjá republikanarunum á miðvalinum í november, og tað kann broyta støðuna.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20012026_Erik_um_Trump

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154