Skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka og rúsevnum

Skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka og rúsevnum
Tá politiið rannsakaði bústaðin hjá manninum, vóru yvir 30 gramm av sterkum rúsevnum og hassji funnin
Grundlógaravhoyring var í gjárkvøldið, og maðurin fekk eina viku í varðhaldinum.
 
19.01.2026 - 08:19

Ein bilførari, sum politiið stegðaði beint fyri klokkan seks í gjáramorgunin, endaði í varðhaldinum.

Maðurin, sum er í tretivunum, er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður, bæði av rúsdrekka og rúsevnum.

Hann hevði yvir 50 gramm av hassji í bilinum.

Seinni rannsakaði politiið bústaðin hjá manninum í Havn, og fann tá yvir 30 gamm av sterkum rúsevnum umframt hassj.

Grundlógaravhoyring var í Føroya rætti í gjárkvøldið.

Maðurin fekk eina viku í varðhaldi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313