Fyrrv. forseti: Fær øgiligar avleiðingar at taka Grønland við valdi

Fyrrv. forseti: Fær øgiligar avleiðingar at taka Grønland við valdi
Ólafur Ragnar Grímsson, fyrrverandi forseti í Íslandi, sigur, at óttin fyri vaksandi ávirkanin frá Russlandi ella Kina í Arktis er innantóm
 
15.01.2026 - 14:05

Ein og hvør amerikonsk roynd at yvirtaka Grønland við valdi fær "øgiligar avleiðingar", sigur fyrrverandi forsetin í Íslandi, Ólafur Ragnar Grímsson, við amerikanska miðilin CNBC.

Ólafur Ragnar Grímsson er í løtuni formaður í altjóða felagsskapinum, Arctic Circle, sum er størsta netverkið fyri altjóða samskifti og samstarv um Arktis.

Hann sigur við CNBC, at tað kann vera, at Trump kann taka Grønland við valdi, men hann ávarar ímóti politiskum avleiðingum, sum ikki hava sæð sín líka.

- Spurningurin er eisini, hvat Trump fer at gera við Grønland, annað enn at seta amerikanska flaggið upp og ogna sær staðseting, sigur Ólafur Ragnar Grímsson.

 

Eingin hóttan

Hann vísti á, at óttin fyri vaksandi ávirkanin frá Russlandi ella Kina í Arktis er innantóm.

- Í løtuni er eingin beinleiðis, greið, týðilig hóttan úr Russlandi og Kina í Arktis, sigur hann.

Týdningarmesti leikluturin hjá Kina er í russiska partinum av Arktis, har Kina hevur verið við í námsvinnu, olju- og gassleiting og møguliga í hernaðarligum venjingum, segði Ólafur Ragnar Grimsson.

Harumframt - tvørtur um kanadiska, amerikanska og norðurlendska Arktis - “er Kina ikki ein stórur aktørur, tá ið Russland ikki er har,” legði hann aftrat.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234