Týski kanslarin: Nærkast endanum hjá iranska stýrinum

Týski kanslarin: Nærkast endanum hjá iranska stýrinum
646 fólk eru dripin í sambandi við mótmælini, sum byrjaðu 28. desember, vísa tøl frá amerikanska HRANA-stovninum
Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.01.2026 - 11:37

- Tað nærkast endanum hjá iranska stýrinum, sum hevur valdið nú. 

Tað sigur týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, við tíðindastovuna Reuters, í kjalarvørrinum á landsumfatandi mótmælunum í Iran.

646 fólk eru dripin í sambandi við mótmælini, sum byrjaðu 28. desember, vísa tøl frá amerikanska HRANA-stovninum. 

133 teirra eru trygdarvørðar hjá iranska prestastýrinum.

- Eg meti, at hetta eru seinastu vikurnar og dagarnir hjá hesum stýrinum. Tá ið stýrið bert varðveitir valdið gjøgnum harðskap, er tað í roynd og veru um at falla. Fólkið vrakar hetta stýrið, segði Merz  ávitjan síni í India.

Hann sigur, at Týskland er í tøttum samskifti við onnur lond í Evropa og USA, fyri at fylgja støðuni í Iran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241