Leiðararnir í ríkisfelagsskapinum hittast í morgin

Leiðararnir í ríkisfelagsskapinum hittast í morgin
Eftir hálvárliga ríkisfundin verður fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisku samstarvsnevndnini
Ríkisfundurin í fjør var í Føroyum. Í morgin verður hálvárligi ríkisfundurin í Keypmannahavn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.01.2026 - 13:00

Hálvárligi ríkisfundurin verður í Keypmannahavn í morgin.

Tað skrivar danska forsætismálaráðið á heimasíðuni.

Á fundinum fara tey trý londini í ríkisfelagsskapinum, Grønland, Danmark og Føroyar, at umrøða politisku og búskaparligu støðuna í felagsskapinum.

Við á fundinum eru Aksel V. Johannesen, løgmaður, Jens-Frederik Nielsen, formaður í grønlendska landsstýrinum, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri.

Eftir ríkisfundin verður fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisku samstarvsnevndnini. 

Har hitta føroysku og grønlendsku umboðini Troels Lund Poulsen, sum er varaforsætisráðharri og verjumálaráðharri, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241