Fíggjarmálaráðið kærir steðgan av umvali í Runavík

Fíggjarmálaráðið kærir steðgan av umvali í Runavík
Men óvissa er um, nær landsrætturin kann taka støðu í málinum, tí málið fyrst skal ígjøgnum Procesbevillingsnævnet, og tað kann taka tíð
Miðalavgreiðslutíðin at viðgera umsóknir um kæruloyvi var 12,1 viku í 2024, sambært ársfrágreiðingini hjá Procesbevillingsnævnet
 
13.01.2026 - 18:57

Fíggjarmálaráðið sigur í dag, at arbeitt verður við eini kæru til eystara landsrætt.

Umval skuldi eftir ætlan vera í Runavíkar kommunu í dag, tí mistanki er um, at valsvik kann vera farið fram á einum valstaði í Runavíkar kommunu.

Men tað bleiv steðgað av Føroya rætti fríggjadagin, tá rætturin gav fimm býráðslimum viðhald í, at tann avgerðin skuldi steðgast, meðan eitt mál um valsvik verður viðgjørt.

Í gjárkvøldið visti Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum eisini umsitur kommunumál, at siga við Dag og Viku, at ráðið fer at kæra málið til eystara landsrætt.

Fíggjarmálaráðið skrivar í almennari fráboðan í dag millum annað, at steðgandi virknaður kann hava við sær, at meginparturin av valskeiðnum kann vera farið, áðrenn endaligur dómur er fallin í málinum um valsvik.

Ráðið vísir eisini til, at málið snýr seg um valskipanina og um samansetingina í einum fólkavaldum býráði.

Fíggjarmálaráðið hevur freist til 23. januar at senda kæru av úrskurðinum í Føroyarætti til landsrættin. Men fyrst krevst loyvi frá Procesbevillingsnævnet.

Jónas Tór Næs, advokatur fyri Fíggjarmálaráðið, sigur við Kringvarpið í dag, at kæran ikki er send enn, men at hon verður send áðrenn freistina.

Hann dugir ikki at siga, hvussu langa tíð Procesbevillingsnævnet væntandi kann fara at brúka upp á at viðgera hesa kæruna.

Vit kunnu upplýsa, at miðalavgreiðslutíðin at viðgera umsóknir um kæruloyvi var 12,1 viku í 2024, sambært ársfrágreiðingini hjá Procesbevillingsnævnet.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
Morgunlestur leygardagur 7.februar 2026
203556
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Fríggjadag 6. februar
LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR)
203842
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786