H-bygningurin: Landsverk kannar framvegis málið um eykajáttan

H-bygningurin: Landsverk kannar framvegis málið um eykajáttan
Landsverk kannar framvegis málið, eftir at fleiri ivaspurningar eru reistir um eykajáttanina til H-bygningin
Mynd: Savn  
 
06.01.2026 - 18:22

Faerport II samtakið, sum bæði projekteraði og hevði høvuðseftirlitið við H-bygninginum, sigur, at annað tilfar enn tað, ið tey mæltu til, er brúkt til H-bygningin.

Brúkta tilfarið er seinni mett at vera óegnað til føroyska veðurlagið, og tí lekur bygningurin illa. 

Eisini undrast Faerport II í skrivi til fíggjarnevndina hjá løgtinginum á, hví eykarokningin á 14 milliónir nú er blivin til 33 milliónir. 

Lógaruppskotið um at játta fleiri pengar til H-bygningin var á skránni til fíggjarnevndarfundin í dag. 

Fíggjarnevndin hevur biðið um og fingið longda freist til 16. februar at skriva álit í málinum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1786730

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310