H-bygninginum: Skuldi kosta 14 milliónir at umvæla, men løgtingið játtar 33

H-bygninginum: Skuldi kosta 14 milliónir at umvæla, men løgtingið játtar 33
H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum lekur, tí byggimeistarin brúkti ikki tað tilfarið til klædningin, sum skuldi brúkast
Mynd: Savn  
 
05.01.2026 - 18:25

H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum lekur, tí byggimeistarin brúkti ikki tað tilfarið til klædningin, sum skuldi brúkast.

Tað sigur íognarfelagið Faerport II, sum bæði projekteraði og hevði fakliga eftirlitið við byggjarínum.

Løgtingið er biðið um at játta slakar 33 milliónir til at tetta og umvæla H-bygningin. Ráðgevarnir undrast, tí í fjørsummar vóru allir partar samdir um, at arbeiðið fór at kosta góðar 14 milliónir.

Lógaruppskotið um at játta slakar 33 milliónir afturat til H-bygningin er á skránni til fundin í fíggjarnevndini í morgin.

Nevndin hevur longda freist til 18.februar at skriva álit í málinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1786484

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154