Uttanlandsnevndin sent boð eftir landsstýrisfólkum

Uttanlandsnevndin sent boð eftir landsstýrisfólkum
Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum og landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum eru boðsend at ráðføra seg við uttanlandsnevndina seinnapartin
Føroyar skulu samráðast við Russland um fiskiveiðusáttmála.
 
19.12.2025 - 06:45

Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum og landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum eru boðsend at ráðføra seg við uttanlandsnevndina seinnapartin.

Ráðførslan er um fiskiveiðusamráðingar.

Ikki verður sagt, hvørjar fiskiveiðusamráðingarnar eru.

Men í gjár gjørdu Noregur og Russland semja um fiskiskapin í Barentshavinum næsta ár.

Og hesari semjuni hevur landsstýrið sum skilst bíðað eftir, tí Føroyar skulu samráðast við Russland um Barenstshavið næsta ár.

Og landsstýriskvinnan í uttanríkismálum er við í ráðsførsluni.

Samráðingar skulu eisini vera við Noreg um Barentshavið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343