Føroyar við í revsitiltøkum móti Al-Qaeda og Taliban

Føroyar við í revsitiltøkum móti Al-Qaeda og Taliban
Talan er um at seta í gildi ST-samtyktir um revitiltøk á fíggjarøkinum
Ríkislógartilmæli um fíggjarlig revistiløk móti Al-Qaeda, ISIL, Taliban, Norðurkorea er sent til hoyringar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2025 - 11:25

Føroyar skulu vera við í fíggjarligum revsitiltøkum móti Al-Qaeda, ISIL, Taliban, Norðurkorea og bólkum, felagsskapum og einstaklingum, sum veita stuðul til yvirgang.

Eitt ríkislógartilmæli um tað er til hoyringar.

Talan er um at seta í gildi í Føroyum ST-samtyktir um revitiltøk á fíggjarøkinum.

Endamálið er at ávirka atburðin og politikkin hjá teimum tjóðum og bólkum, sum revsitiltøkini eru ætlað.

Revsitiltøkini eru millum annað at frysta ognir, seta forboð fyri at lata pening vera tøkan og áseta krøv um fíggjarliga yvirvøku og fráboðanir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343