Pensjónsaldurin hækkar eisini hjá nøkrum landsstýrisfólkum

Pensjónsaldurin hækkar eisini hjá nøkrum landsstýrisfólkum
Landsstýrisfólk, sum vóru fyri halvan september í 2015, skulu nú hava sama pensjónsaldur sum onnur í Føroyum
Uppskot er komið av Tinganesi um pensjónsaldur hjá nøkrum landsstýrisfólkum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2025 - 05:37

Øll landsstýrisfólk skulu nú hava sama pensjónsaldur sum onnur í Føroyum.

Løgmaður hevur borið løgtinginum uppskot, sum sigur, at 67 ára pensjónsaldurin hjá landsstýrisfólkum, sum vóru fyri 15. september 2015, verður broyttur til vanliga fólkapensjónsaldurin.

Tey, sum vóru landsstýrisfólk fyri 15. september í 2015, fáa nú sama pensjónsaldur sum onnur.

Tey, sum eru vorðin landsstýrisfólk eftir 15. september 2015, fáa tað longu sum er. 

Orsøkin til uppskotið, sigur løgmaður, eru atfinningar um, at pensjónsaldurin hjá øllum landsstýrisfólkum ikki hækkar, tá hann hækkar hjá øðrum.

Lógarbroyting kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Pensjónsaldur hækkar 

Pensjónsaldurin skal annars hækka upp í 69 ár.

Tað uppskotið kom eisini í tingið í gjár.

Pensjónsaldurin er 67,5 ár í dag. Og longu nú er ásett, at hann verður 68 ár í 2030.

Við nýggja lógaruppskotinum hækkar pensjónsaldurin upp í 68,5 ár í 2035.

Síðani verður meira ferð sett á, pensjónsaldurin verður 69 ár longu í 2038.

Sambært lógaruppskotinum skal avgerast í seinasta lagi 1. januar í 2031, hvør pensjónsaldurin verður í 2041 og í seinasta lagi 1. januar í 2034 skal avgerast, hvør hann verður 2044.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497