Feskar matvørur aftur í handlunum í morgin

Feskar matvørur aftur í handlunum í morgin
Maskinskaði á einum farmaskipi sunnudagin hevur við sær, at vørurnar eru nógv seinkaðar
Frukt og grønmeti verður aftur í handlunum í morgin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
12.12.2025 - 13:12

Í morgin verða grønmeti og aðrar feskar vørur aftur á hillum í fleiri matvøruhandlum. 

Vøra sum t.d. grønmeti, feskur viðskeri og ostur, sum eftir ætlan skuldi setast á handilshillarnar mánadagin, er ikki komin til landið enn, tí farmaskipið Selfoss hjá Eimskip sunnudagin fekk maskinskaða norðan fyri Hetland, og mátti togast til Hetlands.

Handlarnir fingu boðini sunnukvøldið.

Av tí at vørurnar eru so nógv seinkaðar, verður ein partur seldur við avsláttri. 

Bo Møller er marknaðarleiðari hjá Føroya Keypssamtøku:

 

12122025_Matvorur

 

Handlar í SMS-samtakinum hava eisini manglað vørur.

Niels Mortensen, stjóri í  SMS-samtakinum, sigur, at tað er sera óheppið at mangla vørur stutt fyri jól. 

Hann sigur,  at samtakið hevur tó fingið nakað av vøru. Tær vóru fluttar úr Danmark til Brússel, og haðani vóru tær fluttar við flogfari til Føroya. 

Nú skulu 'seinkaðu' vørurnar, sum koma til landið í kvøld, seljast so skjótt sum gjørligt, áðrenn nýggjar vørur koma mánadagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610