Russland er størsta hóttanin móti Evropa

Russland er størsta hóttanin móti Evropa
Sambært frágreiðing frá fregnartænastuni hjá donsku verjuni, er áhugin hjá Russlandi, Kina og USA fyri Arktis vaksandi
Vladimir Putin og Russland eru størsta hóttanin móti evropeiskum londum, sigur fregnartænastan hjá donsku verjuni.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.12.2025 - 13:55

Størsta hóttanin móti evropeisku londunum í løtuni er Russland. 

Tað verður staðfest í nýggju frágreiðingini hjá fregnartænastuni hjá donsku verjuni, sum varð almannakunngjørd í gjár. 

Sambært frágreiðingini, sum á føroyskum nevnist "Útsýni", er áhugin hjá Russlandi, Kina og USA fyri Arktis vaksandi.

Serliga havøkini millum Grønland, Ísland, Føroyar og Bretland, sokallaða GIFUK-opið, er eitt knútapunkt, skuldi vápnað stríð tikið seg upp við NATO, stendur í frágreiðingini.

 

Tór Marni Weihe. 

 

Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022, hava Russland og Kina styrkt samstarvið, sum merkir, at londini kunnu fara at samstarva í Arktis.

Men hóttanin móti Føroyum er avmarkað, heldur Tór Marni Weihe, ph.d.-lesandi í verju- og trygdarpolitikki, og kønur í russiskum viðurskiftum:

 

11122025_Tor_Marni_1

 

Samstundis sum ísurin bráðnar, gerst støðan í Arktis meira spent og trygdarpolitiski áhugin fyri Føroyum størri, sigur Tór Marni Weihe:

 

11122025_Tor_Marni_2

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744