Danir fullu fyri fronsku falløksini

bannari
Danir fullu fyri fronsku falløksini
Danska royndin at vinna HM í hondbólti varð steðgað í gjár, tá Frakland vann 31-26 ímóti tama danska liðnum
Danir høvdu sera torført við at spæla seg ígjøgnum sterku fronsku verjuna
Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix  
 
11.12.2025 - 11:01

Fraklendingar vístu onga náði, tá teir varpaði Danmark úr heimsmeistarakappingini í hondbólti.

Í fjórðingsfinaluni í gjár vann Frakland sannførandi 31-26 á einum tomum donskum liði, sum kom illa frá byrjan, og ongnatíð veruliga fekk gongd á í álopinum.

Sarah Bouktit á fronsku strikuni var ógjørlig at steðga. Hon skeyt átta mál upp á sínar átta royndir fyri verandi heimsmeistaran, sum skal spæla ímóti týsku vertunum í hálvfinaluni.

Danir, hinvegin, skulu ikki spæla fyri heiðursmerkjum í eini stórari kapping fyri fyrstu ferð síðan 2019.

 

Niðurlond vunnu á Ungarn

Vertirnir fingu góða byrjan frammanfyri heimaáskoðarunum í Ahoy Arena, men Ungarn hálaði seg skjótt upp aftur á javnt.

Niðurlond fóru kortini í steðg við fimm máls leiðslu, og tá ungarska stjørnan Katrin Klujber fekk reytt kort eftir steðgin, var leyst og liðugt, og vertstjóðin vann 28-23.

Tær appilsingulu eru framvegis ósigraðar, men í hálvfinaluni bíðar krútsterka norska liðið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512