38 kærur um heilsustarvsfólk

38 kærur um heilsustarvsfólk
Styrelsen for patientklager fekk 38 kærur um heilsustarvsfólk frá landslæknanum í Føroyum í fjør, sum eru 12 fleiri enn miðaltalið seinastu fýra árini
Landslæknin sendi í fjør 38 kærur um heilsustarvsfólk vegna føroyingar til Styrelsen for patientklager, sum tekur endaliga støðu um málini, kært er um
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.12.2025 - 12:32

Í fjør sendi landslæknin 38 kærur um heilsustarvsfólk til Styrelsen for patientklager, sum tekur endaliga støðu um málini, kært er um.

Men verri enn so kærur allar enda við atfinningum, sambært heilsulýsing landslæknans.

38 kærur eru fleiri enn undanfarin ár. Tær vóru 24 í 2023, og bara 16 í 2020.  

Tey fimm árini 2020 til 2024 vóru 132 kærur sendar Styrelsen for patientklager.

 

12 fleiri enn miðaltalið

So 38 kærur í fjør eru 12 fleiri enn miðaltalið hesi árini.

Men allar kærur enda ikki við atfinningum.

Í fjør vóru tiknar 19 avgerðir. Í fýra teirra vóru atfinningar, tríggjar um viðgerð og ein um viðgerð og skjalførslu.

Nakrar kærur vera avvístar.
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610