Nethanyahu samráðast við Trump um víðari ætlanir í vápnahvíldini

Nethanyahu samráðast við Trump um víðari ætlanir í vápnahvíldini
Ísraelski forsætisráðharrin fer at samráðast við amerikanska forsetan seinni í mánaðinum
Benjamin Netanyahu á felags tíðindafundi við týska samveldiskanslaranum, Friedrich Merz.
Mynd: Ariel Schalit/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.12.2025 - 18:36

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Nethanyahu, sigur seg vera til reiðar at samráðast við amerikanska forsetan, Donald Trump, um seinna stigið í amerikonsku ætlanini um vápnahvíld.

Tað boðaði hann frá á felags tíðindafundi við týska samveldiskanslaranum, Friedrich Merz.

Seinni í mánaðinum fer hann at samráðast við amerikanska forsetan, Donald Trump, um, hvussu næsta stigið í ætlanini kann fremjast, segði Benjamin Nethanyahu á tíðindafundinum.

Netanyahu segði, at hann fer at tosa við Trump um, hvussu ein kann fáa enda á ræðinum hjá Hamas í Gasa, skrivar tíðindastovan Reuters.

Vápnahvíldin millum Ísrael og Gasa kom í gildi 10. oktober. Upprunaliga ætlanin hjá Trump forseta byggir á 20 stig.

Seinna stigið í ætlanini snýr seg um at avvápna Hamas og Gasageiran. Hetta merkir millum annað, at undirstøðukervið og tunlarnir hjá Hamas skulu oyðileggjast, skrivar danska TV2.

Síðan vápnahvíldin var undirskrivað, hava báðir partar í fleiri umførum ákært hvønn annan fyri at bróta vápnahvíldina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040