Anna Falkenberg vildi stuðla Oyggjaleikum

Anna Falkenberg vildi stuðla Oyggjaleikum
Fólkatingskvinnan fyri Sambandsflokkin, sær einki skeivt í, at pengar eisini koma frá donsku stjórnini til Oyggjaleikirnar í 2027
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Mynd: Savnsmynd  
 
07.12.2025 - 14:48

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, sær einki skeivt í, at pengar eisini koma frá donsku stjórnini til Oyggjaleikirnar í 2027, hóast at løgtingið longu hevur játtað upphæddina, sum skal til.

Hon upplýsir, at danski mentamálaráðharrin, Jakob Engel-Schmidt, spurdi hana á fundi í vár, um hon hevði boð upp á, hvussu ein serlig játtan til at styrkja vitanina um ríkisfelagsskapin skuldi brúkast. Tá nevndi hon Oyggjaleikir umframt onnur viðurskifti.

Anna Falkenberg sigur m.a. við Kringvarpið, at hon ikki hevur havt samband við Oyggjaleikanevndina ella ÍSF. Men tað kostar nógv at halda slík tiltøk, so hon væntar, at pengarnir fara at koma væl við.


10 milliónir um árið at styrkja vitanina um ríkisfelagsskapin

Í skrivligum boðum til Kringvarpið skrivar danska Mentamálaráðið, at:

"Danska stjórnin hevur játtað 10 milliónir krónur árliga í tíðarskeiðnum 2024 til 2027 til tess at styrkja vitanina um ríkisfelagsskapin.

Mentamálaráðið hevur fyrr í ár spurt fólkatingsumboðini um uppskot, har Anna Falkenberg hevur víst á Oyggjaleikirnar saman við øðrum viðurskiftum. Við hesum grundarlagi hevur stjórnin m.a. játtað Ítróttarsambandi Føroya 2,5 milliónir krónur til endamálið.

Mentamálaráðið fer at seta seg í samband við føroyska Mentamálaráðið fyri at fáa greiðu á møguligum misskiljingum - harímillum, um ynski er, um at fáa játtaða peningin."

Danski mentamálaráðharrin, Jakob Engel-Schmidt, hevur ikki svarað fyrispurningi frá Kringvarpinum.


Hoyr alla samrøðuna við Onnur Falkenberg, fólkatingskvinnu, sum var í sendingini kl. 14.

1781140

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497