Sirið Stenberg er sera misnøgd við danska mentamálaráðharran

Sirið Stenberg er sera misnøgd við danska mentamálaráðharran
Danska mentamálaráðið hevur av sínum eintingum gjørt av at stuðla Oyggjaleikum 2027, sum vera hildnir í Føroyum, við 2,5 milliónum. Tað hoyrir ongastaðni heima, sigur Sirið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.12.2025 - 15:13

- Tað hoyrir ongastaðni heima, at danski mentamálaráðharrin stuðlar einum tiltaki, sum til fulnar er fíggjað.

Tað sigur Sirið Stenber, landsstýriskvinna við mentamálum, nú danski mentamálaráðharrin, Jakob Engel-Schmidt, av sínum eintingum hevur valt at stuðla oyggjaleikunum í Føroyum við 2,5 milliónum krónum.

Tað var í gjár, fríggjadagin, at Anna Falkenberg, fólkatingsumboð fyri Sambandsflokkin, í skrivi boðaði frá, at danska stjórnin hevði valt at stuðla oyggjaleikunum í Føroyum við hesari upphæddini, og at peningurin kom frá einari pulju upp á 30 milliónir krónur, sum danska stjórnin hevur sett til at økja vitanina um ríkisfelagsskapin.

Men fyri føroyska mentamálaráðið og landsstýriskvinnuna kom játtanin púra óvart á. Og sambært henni er hon bæði óneyðug og mestsum rein politisk uppíblanding í føroysk viðurskifti.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alla samrøðuna við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, sum var í sendingini á middegi.

1781067

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610