Óvist um prísurin lækkar samsvarandi

Óvist um prísurin lækkar samsvarandi
Kappingareftirlitið hevur sag fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, at av tí, at vit ikki hava fullkomna kapping, er ikki vist, at príslækkingin fer at síggjast krónur fyri krónu
Terje Sigurðsson er stjóri í Kappingareftirlitinum
 
05.12.2025 - 18:54

Uppskotið at strika meirvirðisgjaldið á ávísum gerandisvørum, so sum epli, grønmeti og blæum, var samtykt við atkvøðunum hjá samgonguni við aðru viðgerð hósdagin. 

Andstøðan, sum atkvøddi ímóti uppskotinum, heldur uppskotið venda sosialt skeivt og vil heldur hækka barnafrádráttin.

Og Kappingareftirlitið ávarar um, at tað er eingin trygd fyri, at epli, grønmeti og barnablæur gerast bíligari eftir mvg-frítøkuna. Orsøk til tað er, at vit hava ikki fullkomna kapping í Føroyum, sigur Terje Sigurðsson, stjóri í Kappingareftirlitinum, sum hevur tosað við fíggjarnevndinina um málið.

Uppskotið skal til 3. viðgerð týsdagin.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alt innslagið við Terja Sigurðsson, stjóra í Kappingareftirlitinum. 

1780937


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610