Breddin: Stytt arbeiðsvika

Breddin: Stytt arbeiðsvika
Vit spyrja m.a. andstøðuna og formannin í Búskaparráðnum um málið, sum neyvan verður framt við lóg, tí meiriluti er ikki í samgonguni fyri tí
Í samgonguni stendur, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg, men løgmaður sigur nú, at meiriluti er ikki fyri tí í samgonguni. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
05.12.2025 - 09:02

- Vitlíki er eitt, sum talar fyri, at tíðin er búgvin at stytta arbeiðsvikuna.

Tað heldur formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum.  

Tað var annars hósdagin í síðstu viku, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, boðaði frá, umvegis eini sms-boð til útvarpið, at undirtøka ikki er í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg. 

At stytta arbeiðsvikuna var eitt tað størsta vallyftið bæði hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi til seinasta løgtingsval.

Í samgonguskjalinum stendur eisini svart uppá hvítt, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg, niður í 37 tímar. 

Í Breddanum í dag spyrja vit andstøðuna, hvat hon heldur um at stytta arbeiðsvikuna. 

Vit tosa við formannin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, og við Regin Berg, stjórnmálafrøðing og løgfrøðing, sum hevur gjørt eina greining um styttu arbeiðsvikuna fyri Fakfelagssamstarvið.

Breddin klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610