Alt kann brúkast

Alt kann brúkast
Ofta keypar tú ov nógv tógv, tá tú skalt binda tær eina troyggju, og nú hevur Gunvør Reyðberg funnið ein máta at brúka hesar restir
 
04.12.2025 - 10:13

Eitt noða ger ikki nógv, tá tú skalt binda tær eina troyggju, men skalt tú binda eina dukkutroyggju, so hevur tú nóg mikið.
Hesin tankin um at nýta tógvrestir var ein av orsøkunum til, at Gunvør Reyðberg valdi at fara undir bindibókina Søsterstrik, har tú finnur uppskriftir til barnatroyggjur, umframt eina dukku og klæðir til dukkuna.

Tað sum er serstakt við júst hesum dukkuklæðum er, at tey eru eins og klæðini til gentuna. Men tíma børn heimabundnar dukkur?
- Børnini halda tað vera stuttligt at fáa eina dukku, sum líkist mær, og vit hoyra saman, sigur Gunvør.

Orsøkin til, at bókin er skrivað á donskum og kemur út á donskum bókaforlagi er, at marknaðurin í Føroyum ikki er nóg stórur til eina slíka bók.

- Mær hevur altíð dámt væl bøkurnar hjá Turbine, so eg skrivaði til teirra, og tey tóku av.

Bókin hevur fingið góða móttøku, og komandi ár kemur hon út á týskum.

1780205

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497