Føroyar hanga í Serbia

Føroyar hanga í Serbia
Møðin byrjar at síggjast á føroysku leikarunum, tí alsamt fleiri feilir síggjast, so tær hava ilt við at hanga í serbiska liðnum. 16-14 í hálvleikinum
Mynd: Anze Malovrh / kolektiff  
 
03.12.2025 - 12:16

Hálvleiksstøðan í øðrum dystinum í HM-miðumfarinum millum Serbia og Føroyar er 16-14.

Føroysku hondbóltskvinnurnar fylgdu væl við teimum serbisku í byrjanini, men tá átta minuttir vóru spældir, byrjaði Serbia at draga frá.

 

Brenna og tekniskar villur

Hetta hekk saman við, at føroysku leikararnir byrjaðu at brenna og gera tekniskar villur. Tað fyrra hevur verið trølsligi føroyski veikleikin í allar kappingini. Tað seinna er nokk eitt tekin uppá, at møðin byrjar at spæla okkara eitt puss.

Serliga Jana Mittún ger villur, ið vit ikki síggja hana gera vanliga. Júst sum at dysturin var við at gleppa Føroyum ordiliga av hondum, so fóru dómararnir tvær reisur út at kanna málmyndatólini, tí ivamál var, um bólturin var innanfyri. Hóast báðar støðurnar gingu Føroyum ímóti, vóru hetta tveir steðgir, ið góvu føroysku leikarunum kærkomna luft, so tær onkursvegna fingu fatur í dystinum aftur. 

Lítil og eingin munur er á føroysku og serbisku leikarunum, tá vit hugsa um hondbóltsførleikar. Munurin er støddin, tyngdin og royndirnar hjá leikarunum. Og so er breiddin á føroyska liðnum ikki tann saman sum hjá serbum.  Hjá Føroyum hongur alt á trimum leikarum, Janu Mittún, Súnu Hansen og Pernille Brandenborg. Tørvur er á, at Maria Nólsoy tekur størri ábyrgd, tí hon tykist vera lykilin til, at lata serbisku verjuna upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523