Eldsbrunin í Hongkong hevur higartil kravt 159 mannalív

Eldsbrunin í Hongkong hevur higartil kravt 159 mannalív
Tilsamans eru 21 fólk tikin, undir illgruna fyri óviljað manndráp
Íbúðarbygningarnir vóru m.a. klæddir við stórum plastneti, og byggipallarnir vóru úr bambus.
Mynd: Tyrone Siu/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.12.2025 - 13:42

Løgreglan í Hongkong sigur í dag, at hon hevur kannað íbúðarbygningarnar, sum brunnu í grund, innan. 

Sjey íbúðarbygningar brunnu í grund í farnu viku, og higartil hava 159 fólk latið lív. 31 fólk eru ikki komin afturíaftur, sigur løgreglan við Reuters.

Hon sigur, at leiting verður sett í verk eftir deyðum, sum kunnu liggja í húsaleivdunum.

 

Seks fólk handtikin aftrat

Seks fólk eru handtikin aftrat í málinum. Tilsamans eru nú 21 fólk handtikin, undir illgruna fyri óviljað manndráp.

Løgreglan sigur, at eldurin kyknaði í sambandi við pussi-arbeiði, har ásetingar um brunatrygd ikki vóru fylgdar. 

Íbúðarbygningarnir vóru m.a. klæddir við stórum plastneti, og byggipallarnir vóru úr bambus.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744