Annika má víkja fyri Gyltu

bannari
Annika má víkja fyri Gyltu
Eitt sindur óvæntað er Annika F. Petersen ikki á dómaraseðlinum í kvøld. Gylta á Neystabø loysir av í málinum, meðan Maria H. Weyhe tekur plássið hjá Mariannu G. Eystberg
Gylta á Neystabø er við á dómaraseðlinum fyri Anniku Fríðheim Petersen til dystin ímóti Spania í kvølddystin
Mynd: Jure Erzen/kolektiff  
 
28.11.2025 - 14:12

Annika Fríðheim Petersen stóð fyri kanska besta føroyska avrikinum í tapinum fyri Montenegro í fyrsta umfari av HM-kappingini mikukvøldið.

Tað helt í øllum førum Ingi Olsen, sum gav royndasta føroyska málverjanum fýra av fimm stjørnum, eftir at hon hevði bjargað 42 prosent av skotunum, sum komu, meðan hon stóð í føroyska málinum. 

LES EISINI: Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Montenegro

Tí er tað kanska eitt sindur óvæntað, at hon má víkja á dómaraseðlinum fyri blaðungu Gyltu á Neystabø, sum er við til endaspæl fyri fyrstu ferð. 

 

251128_Annika_net

 

Annika Fríðheim Petersen kom inn miðskeiðis í fyrra hálvleiki ímóti Montenegro, og við fleiri góðum bjargingum helt hon Føroyum inni í dystinum

Maria Halsdóttir Weyhe sat uttanfyri seinast, men hon tekur í kvøld plássið hjá Mariannu G. Eystberg ímillum føroysku bakspælararnar. Tær hava báðar vunnið sær pláss í HM-hópinum eftir fleiri ár uttanfyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523