Kann vera vandatekin

Kann vera vandatekin
Í løtuni eru tó ikki greið tekin um, at systemiskir váðar eru á veg í føroyska bankageiranum 
Váðaráðið hevur vakið eyga við fíggjargeiranum.
 
27.11.2025 - 06:38

Í løtuni eru ikki greið tekin um, at systemiskir váðar eru á veg í føroyska bankageiranum. 

Tó hevur stórt virksemi verið í búskapinum í nógv ár á rað.

Arbeiðsloysið er lítið og sethúsaprísirnir hækka.

Tað kann vera tekin um,  at systemiskir váðar kunnu vera á veg.

Tað sigur Váðaráðið, sum hevði fund síðsta fríggjadag.

Tað fylgir tí væl við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið.

Systemiskir váðar eru veikleikar ella ójavnvág í fíggjargeiranum, sum í ringasta føri kunnu elva til kreppu. 

Ein váði er systemiskur, um hann kann væntast at raka allan fíggjargeiran ella týðandi part av honum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610