Fakfeløg og arbeiðsgevarar samd um grundarlagið undir lønarkarmi

Fakfeløg og arbeiðsgevarar samd um grundarlagið undir lønarkarmi
Ein serfrøðingabólkur hevur gjørt grundarlagið, og skjótt verður farið undir ítøkiligar samráðingar um lønarkarmin
Súni Selfoss er formaður í Starvsfelagnum.
 
26.11.2025 - 13:13

12 fakfeløg, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið eru samd um, hvussu felags lønarkarmur skal gerast.

Ein serfrøðingabólkur hevur gjørt grundarlagið, og í næstum vera ítøkiligar samráðingar um lønarkarmin. 

Tað ber ikki til at fáa upplýst, hvussu stórur lønarkarmurin verður í hesum umfarinum, men karmurin er í prosentum. 

Tá felags avtala er gjørd um lønarkarmin, fara feløgini at samráðast hvør sær.

Tey 12 fakfeløgini, sum eru við í tilgongdini um felags lønarkarm, eru hesi: 

Starvsfelagið
Akademikarafelagið
Búskapar- og løgfrøðingafelagið
Yrkisfelagið
Kost- og føðslufelagið
Farmakonomfelagið
Yngri læknar
Ljóðsmøðrafelag Føroya
Fysioterapeutfelag Føroya
Pharmadanmark
Heilsurøktarafelagið 
Føroya tekniska lærarafelag

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

26112025_Lonarsamradingar

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571