Innlánini í september vóru næstan 26 milliardir

Innlánini í september vóru næstan 26 milliardir
Útlánini vóru umleið 23 milliardir, og sostatt var innlánsyvirskotið góðar tríggjar millardir
Innlánini í føroysku peningastovnunum, tá útlendskar deildir eru taldar við, vóru næstan 26 milliardir krónur í september.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.11.2025 - 15:15

Fólk høvdu fleiri pengar á bók í september í ár enn í september í fjør.

Peningur á bók hjá húsarhaldunum er vaksin sløk áttta prosent, skrivar Landsbankin.

Árligu vøksturin í innlánum hjá peningastovnunum var 13 prosent í september - mátað sum eitt tríggjar mánaða miðaltal, samanborið við árið fyri. 

Innlánsvøksturin hjá vinnuni vaks meiri enn 19 prosent. 

Innlánini í føroysku peningastovnunum, tá útlendskar deildir eru taldar við, vóru næstan 26 milliardir krónur í september.

Útlánini vóru næstan 23 milliardir. 

Innlánsyvirskotið var tí 3,2 mia. kr. í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610