Færri ætla at taka hægri útbúgving í Føroyum

Færri ætla at taka hægri útbúgving í Føroyum
Bara 16 prosent av næmingunum vilja lesa í Føroyum. Nógv tey flestu, 68 prosent, ætla sær til Danmarkar
Bara 16 prosent av spurdu miðnámsskúlanæmingunum siga, at tey ætla at taka hægri útbúgving í Føroyum, vísir kanningin hjá Glasi.
 
24.11.2025 - 13:26

Talið av ungum, sum ætla sær undir hægri útbúgving í Føroyum, minkar. 

Bara 16 prosent av næmingunum vilja lesa í Føroyum.  Restin, 83 prosent, ætlar sær av landinum, og nógv tey flestu, 68 prosent, ætla sær til Danmarkar.

Tað vísir nýggj kanning hjá Glasi millum elstu miðnámsskúlanæmingar á miðnámsskúlunum um landið.

Tilsamans ganga fleiri enn  500 miðnámsskúlanæmingar á triðja ári, og 236 av teimum vóru við í kanningini.

Tað er ikki fyrstu ferð, at Glasir skipar fyri slíkari kanning. 

 

Finn Jensen. 

 

Í 2015 vóru 29 prosent av miðnámsskúlanæmingunum á triðja ári, sum valdu Føroyar.

Í 2017 vóru tey munandi fleiri, tá 40 prosent valdu Føroyar. Í 2023 var talið 20 prosent og í 2024 22 prosent.

Og nú í ár er talið 16 prosent.

Gongdin er ørkymlandi, heldur Finn Jensen, dekanur á Glasi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har samrøður eru við Finn Jensen og  Victoriu Mote, næmingaráðsforkvinnu á Miðnám á Kambsdali:

 

24112025_Faerri_velja_Foroyar

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554