Caféin á Mølini kosin ársins íverkseti

Caféin á Mølini kosin ársins íverkseti
Tað eru hjúnini Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, ið eiga og reka fyritøkuna.
Mynd: Íverksetarahúsið
 
24.11.2025 - 11:09

Fríggjadagin í farnu viku varð kunngjørt, at ársins íverkseti 2025 er Caféin á Mølini. Tað er Íverksetarahúsið, sum skipar fyri degnum, har tey m.a. kjósa ársins íverkseta.

Í grundgevingini stóð:

Fyritøkan, ið er ársins íverkseti, húsast í søguligum umhvørvi har vinna og handil hevur verið í fleiri ættarlið. Úr hesum søguliga stað í hjartanum á einari føroyskari bygd er sprottin ein fyritøka, ið sambindir føroyskt gestablídni og fyritakssemi í eitt fyrsta floks tilboð, ið bjóðar seg fram til føroyingar og til ferðafólk úr øllum heraðshornum.

Ársins íverkseti hevur matstovu, hotell og cafevirksemi. Fyritøkan bjóðar eina hágóðskutænastu til kundar sínar, við virðing fyri ríku søguni og tí serstaka umhvørvi, ið er rundanum fyritøkuna. Har tað fyrr var handil, pakkhús og skipaavgreiðsla, kunnu ferðafólk nú uppliva, hvat føroysk ferðavinna veruliga kann bjóða, tá hon kýtir seg.

Ársins Íverkseti, ið er ein familjufyritøka, sum maður og kona mynda, hevur megnað at brotið uppúr nýggjum úr tí gamla. Raksturin er støðugt betraður og fyritøkan hevur skapt góð fíggjarlig úrslit. So mikið góð, at felagið spennir seg enn meira út í árunum, ið koma, og gerst ein týdningarmikil partur av ferðavinnuni ikki bara á Sandoynni, har virksemið er, men í føroyskari ferðavinnu sum heild.

Navnið á fyritøkuni kemur av staðarnavni í Skálavík, har fyritøkan húsast.

Hjúnini Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen eiga og reka fyritøkuna. Tey vitjaðu morgunsendingina:

1778093

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571