Bretski verjumálaráðharrin: Russiskt skip njósnast við bretska markið

Bretski verjumálaráðharrin: Russiskt skip njósnast við bretska markið
Bretski herurin hevur sent eina fregatt hjá Royal Navy og RAF-flogfør at fylgja einum russiskum skipi, sum er norðanfyri Skotland
John Healey er bretskur verjumálaráðharri
Mynd: Stefan Rousseau/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.11.2025 - 12:33

Bretski verjumálaráðharrin, John Healey, sigur í røðu í dag, at eitt russiskt njósnaraskip er á markinum til bretskan sjógv norðan fyri Skotland.

Tað skrivar Sky News.

Sambært verjumálaráðharranum er talan um eitt skip, sum er "gjørt til fregnarvirksemi og at kortleggja" undirsjóvarkaðlar. 

Yantar

Caption: 
Mynd: British Minister of Defence

 

Av hesi orsøk hevur bretski herurin valt at senda eina Royal Navy-fregatt og RAF-flogfør út at hava eftirlit við og fylgja skipinum.

Hann greiðir eisini frá, at russiska skipið hevur beint lasarar móti bretskum hernaðarflogskiparum.

Hann gav eisini Vladimir Putin eina ávaring í røðu síni: "Vit síggja teg, vit vita, hvat tú gert, vit eru klár, og um Yantar (skipið, journalist.) siglir suður hesa vikuna, so eru vit til reiðar”, sigur bretski verjumálaráðharrin.

Verjumálaráðharrin leggur dent á, at hetta er aðru ferð í ár, at russiska skipið hevur verið at sæð í bretskum sjógvi, og tað heldur hann er sera hættisligt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610