Katrín Jakobsdóttir stúrir fyri, at íslendska málið er við at doyggja út

Katrín Jakobsdóttir stúrir fyri, at íslendska málið er við at doyggja út
Ávirkanin úr enskum og útbreiðslan av vitlíki gera, at íslendska málið er í vanda
Katrín Jakobsdóttir var forsætisráðharri frá 2017 til 2024.
Mynd: Savn  
 
15.11.2025 - 18:16

Fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Katrín Jakobsdóttir, stúrir fyri, at íslendska málið er við at doyggja út.

Ávirkanin úr enskum og útbreiðslan av vitlíki gera, at íslendska málið er í vanda.

Tað segði hon sambært blaðnum the Guardian, tá hon tosaði á einari krimiráðstevnuni í Reykjavík í sambandi við at hon hevur givið út nýggja bók.

Okkurt um 360.000 fólk búgva í Íslandi og sambært Katrin Jakobsdóttir, er málið í stórari broyting, har alsamt fleiri tosa enskt.

- Tá vit eru so fá, sum tosa málið, haldi eg, at vit hava eina stóra ábyrgd at varðveita tað. Eg haldi ikki, at vit gera nóg mikið, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659