Ólag á skipanini fyri havstreymar er hóttan móti tilveruni

Ólag á skipanini fyri havstreymar er hóttan móti tilveruni
Íslendski veðurlagsráðharrin sigur, at landið er farið at fyrireika seg til tað ringasta
Jóhann Páll Jóhannsson er veðurlagsráðharri í Íslandi
Mynd: Morgunblaðið  
 
14.11.2025 - 10:50

Íslendska stjórnin boðar frá, at vandi er fyri, at ólag kemur á skipanin fyri havstreymar, nevnd Amoc, og tað er ein nationalur trygdarváði og hóttan móti tilveruni.

- Tað ger, at landið fer at fyrireika seg til tað ringasta, sigur íslendski veðurlagsráðharrin, Jóhann Páll Jóhannsson, við Reuters.

- Hetta er fyrstu ferð, at eitt veðurlagsfyribrigdi formliga er lagt fyri trygdarráðið sum ein møgulig hóttan móti tilveruni, sigur Jóhann Páll Johannsson.

Íslendskir myndugleikar kanna nú á fleiri økjum, hvørjar avleiðingar Amoc-samanbrotið kann hava, frá orku- og matvørutrygd til undirstøðukervi og altjóða samferðslu.

Vísindafólk eru ósamd um vandan fyri Amoc, men í ringasta føri kunnu avleiðingarnar vera ein nýggj ístíð í Norðurevropa.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241