Nevnd í føroyskum sum annaðmál fær reglur at arbeiða eftir

Nevnd í føroyskum sum annaðmál fær reglur at arbeiða eftir
Í ráðgevandi nevndini eru umboð fyri hvønn samstarvsskúla, Fróðskaparsetrið, Útlendingastovuna, Nám og Undirvísingarstýrið.
Umboðið fyri Undirvísingarstýrið er forfólk í nevndini. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.11.2025 - 15:35

Skjótt fær ráðgevandi nevndin í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin reglur at arbeiða eftir.

Uppskot um kunngerð er gjørt og sent til hoyringar.

Hoyringarfreistin er stutt, bara tíggju dagar, til 21. november.

Í ráðgevandi nevndini eru umboð fyri hvønn samstarvsskúla, Fróðskaparsetrið, Útlendingastovuna, Nám og Undirvísingarstýrið.

Umboðið fyri Undirvísingarstýrið er forfólk í nevndini. 

Undirvísingarstýrið skipar undirvísingina saman við samstarvsskúlum. 

Samstarvsskúli kann vera ein miðnámsskúli ella annar skúli, sum landsstýrisfólkið góðkennir.

Ráðgevandi nevndin skal í minsta lagi hava fýra fundir um árið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815